Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.08.2024 15:20

Íslendsk vitjan av ráðharra og handilssendinevnd

Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag hitst við íslendska starvsfelaganum, Thórdís Kolbrún Gylfadóttir, uttanríkisráðharra, sum vitjar í Føroyum við eini íslendskari handilssendinevnd.

Sendinevndin er partur av føroyskt-íslendska handilskamarinum, sum varð sett á stovn í 2012 við tí endamáli at styrkja um samhandil og búskaparligt samstarv millum londini. Endamálið við vitjanini er at fáa innlit í føroysk viðurskifti, og í hesum sambandi eisini vitja føroysk virki og fyritøkur. Landsstýrismaðurin møtti sendinevndini og gav innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni.

Landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin høvdu síðani ein fund sínámillum um felags áhugamál, viðurskiftini millum londini og møguleikar at styrkja um samstarvið.