Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2025 17:00

Irena Olsen 20 ára starvsdag

Nes kommuna

Í dag varð Irena Olsen, Nes, vaskifólk í Tofta skúla, heiðrað fyri síni 20 ár í starvi hjá Nes kommunu.

Irena Olsen byrjaði sum dagrøktari hjá kommununi, og har arbeiddi hon í tvey ár. Seinastu átjan árini hevur hon  verið partur av vaskitoyminum í Tofta skúla.

Í kaffisteðginum seinnapartin nýtti Súni í Hjøllum, borgarstjóri, høvi at ynskja Irenu Olsen hjartaliga tillukku við starvsdegnum og at takka henni fyri trúgva og drúgva tænastu.

Borgarstjórin legði dent á, at kommunan virðismetir nógv tað nærlagni og stóra arbeiði, sum vaskifólkini millum ár og dag hava gjørt til tess at halda skúlan so reinan og ruddiligan.

Vegna Nes kommunu handaði borgarstjórin Irenu Olsen eina gávu og blómutyssi og takkaði fyri sera gott samstarv. 

Spjaldur