Mynd: IRF
Vegna veður eru fleiri broytingar hjá IRF í innsavningini av húsarhaldsposum hesa vikuna.
Húsarhaldsposarnir, sum áttu at verða heintaðir í gjár, mánadagin 19. desember, verða í staðin heintaðir í dag, týsdagin 20. desember.
Posarnir, sum eiga at verða heintaðir týsdag, verða eisini heintaðir í dag, undantikið:
Posarnir á Nesi, Toftum og Saltnesi, sum hesa vikuna verða heintaðir hósdagin, 22. desember.
Posarnir í Rituvík og Æðuvík, sum verða heintaðir mikudagin, 21. desember.
