Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.02.2025 10:45

Innsavnan í Gøtu fyri Bethania

Missiónshúsið Bethania

Arbeiðið at byggja nýggja missiónshúsið er nú komið so mikið væl áleiðis, at nú hómast endin. Størsta avbjóðingin nú er vantandi peningur.

Í skrivandi stund skulu 1.370.000 kr. fáast til vega, fyri at húsið kann gerast heilt liðugt.

Tí fara vit at hava innsavnan í Gøtu, har fólk hava møguleika at lata eina serstaka gávu til endamálið.

Gingið verður í húsini leygardagin 8. februar.

Til ber bæði at lata reiðan pening og at gera bankaflyting. Faldari við nærri kunning verður eisini latin.

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul.