Seyðahundasamband Føroya
Innleiðandi kappingin fyri seyðahundar var á Viðareiði leygardagin 14. mars, har 7 teir fremstu komu víðari í finaluna sunnudagin 15. mars.
Úrslitið frá leygardegnum avgerð hvør byrjar sunnudagin.
Startlistin sunnudagin sær soleiðis út:
Nr. 1 Tóroddur Vang v/Svan
Nr. 2 René Hansen v/Jan
Nr. 3 Tummas Jacobsen v/Moss
Nr. 4 Jónstein Petersen v/Gripur
Nr. 5 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn
Nr. 6 Tummas Jacobsen v/Meg
Nr. 7 Jónstein Petersen v/Kvikk
Kappingin sunnudagin er ein størri avbjóðing fyri hundarnar, tí nú skulu hundarnir heinta 2 sett av seyði.
Kappingin byrjar kl. 13.00 sunnudagin á Viðareiði. Øll eru vælkomin at hyggja.
Viðheft er ein mynd av úrslitinum leygardagin

