Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 14:15

Innflutningsvirðið av tilfari til fóðurframleiðslu vaksið nógv

Mynd: Hagstovan

Hagstovan

Innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá oktober 2024 til september 2025. Tað eru 159,9 milliónir krónur, ella 1,5 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Virðið á øllum innfluttum vørubólkum, undantikið vørubólkurin “maskinur, motorar, skip og akfør”, vaks seinastu 12 mánaðirnar. Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljum er vaksið fyri fyrstu ferð síðani juli 2023.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum ella góð 11 prosent.

Innflutningsvirðið av rávøru til virkingar er vaksið nógv seinasta árið. Hetta er eitt nú rávøra til fiskavirki í vørubólkinum “0 – Matvørur og livandi djór”, tilfar til fóðurframleiðslu og annað í bólkunum “4 – Djóra- og plantuoljur” og “5 – Evnafrøðiligt tilfar” umframt ymiskt annað tilfar í bólkinum “6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni”. 

Les greinina her

Spjaldur