Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2025 15:32

Innbjóðing til stig 3 av venjaraútbúgvingini hjá Hondbóltssambandinum

Peter BREDSDORFF-LARSEN (coach), Helgi Hildarson HOYDAL, Elias Ellefsen Á SKIPAGØTU and Vilhelm POULSEN, Slovenia vs Faroe Islands, Men's EHF EURO 2024 Germany, Berlin, Germany, 11.01.2024, Mandatory Credit © Uros Hocevar / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Nú ber til at melda seg til triðja stig av venjaraútbúgvingini hjá Hondbóltssambandinum. Hetta er fyrstu ferð, at HSF skipar fyri triðja stigi, eftir at HSF í desember skrivaði undir EHF Rinck avtaluna.

Føroyska venjaraútbúgvingin er góðkend eftir fortreytunum hjá EHF í EHF Rinck avtaluni.

Venjaraútbúgvingin tekur eitt ár, og fyrsta undirvísingin verður mikudagin 26. februar 2025. Samanlagt er venjaraútbúgvingin ásett til 165 undirvísingartímar, har talan er um bæði framløgur, fyrilestrar, bólkaarbeiði á netinum og praktiskar venjingar á gólvinum.

Venjarar, ið hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini, kunna søkja um upptøku á EHF Master Coach útbúgvingini. HSF fer at bjóða út EHF Master Coach útbúgvingina saman við EHF, men til ber eisini at søkja um upptøku í øðrum londum.

Skrá fyri triðja stig av føroysku venjarabúgvingini
26. februar 2025                      Dystargreining og hondbóltstøkni
5.-6. mars 2025                        Venjing og tilrættalegging
11. mars 2025                           Dystargreining (luttakararnir skipa fyri venjingini)
Á netinum                                  Menning av einstaka leikaranum
Á netinum                                 Leiðsla og samskifti
16.–18. mai 2025                     Fysisk, teknisk og mental venjing
5.–7. september 2025             Málverjavenjing, venjingarætlan og dystargreining
Á netinum                                 Hondbóltsførleikar
29. oktober 2025                    Leikaramenning
19. november 2025                Fjølmiðlar og fysisk venjing
10. desember 2025                  Leiðsla

Gerandisdagar verða skeiðini eftir ætlan frá kl. 17.00 til 21.00. Vikuskiftisskeiðini eru fríggja-, leygar- og sunnudag.

Endalig skrá verður send luttakarunum, tá ið freistin at melda til er farin.

Endamál við skeiðinum
Endamálið við triðja stigi av venjaraútbúgvingini er at menna dygdir hjá venjarum til áhaldandi læring og nýskapan í hondbólti. Útbúgvingin leggur millum annað dent á:

  • Dystargreining og tøkni: Hvussu dystargreining og tøkni kunnu nýtast til at menna taktiskar ætlanir og venjingar
  • Taktisk menning: At leggja tilrættis venjingar grundaðar á ítøkiligar dystargreiningar og at arbeiða við taktiskum broytingum við atliti at ymiskum spælstøðum
  • Leiðsla og samskifti: Styrkja samskiftið við leikarar og menna leiðsluførleikarnar hjá luttakarunum
  • Fysisk venjing: Hvussu mann kann integrera fysiska venjing sum ein natúrligan part av hondbóltsvenjingini fyri at økja um styrki, úthaldni og fyribyrgja skaðum.
  • Mental venjing: At arbeiða við mentalari styrki hjá leikarum, t.d. fokus, motivatión og taka avgerðir undir trýsti.

Undirvísarar
Undirvísarar á skeiðinum vera bæði útlendskir undirvísarar frá EHF og føroyskir undirvísarar. Føroysku A landsliðsvenjararnir hjá monnum og kvinnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Claus Mogensen, koma eisini at undirvísa.

Próvtøka
Tað er ongin próvtøka, men luttakarar skulu lata eina skrivliga uppgávu inn fyri at klára triðja stig av venjaraútbúgvingini.

Tilmeldingartreytir
Fyri at kunna taka triðja stig skal luttakarin hava staðið annað stig, sambært EHF Rinck Convention (hjá DHF er hetta fyrsti parturin av Divisionstræner skeiðinum). 

Aldursmark
25 ár

Kostnaður
3495,00 kr. (íroknað skeiðstilfar og kost)

Tilmelding
Tilmeldingin fer fram á: https://forms.office.com/e/MNS8EMWWE0

Freistin at tekna seg er sunnudagin, 9. februar 2025.