Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2025 18:06

Innandura sandflogbóltshøll er nú veruleiki

Flogbóltssamband Føroya

Innandura sandflogbóltshøllin, Koksið, á havnalagnum í Fuglafirði er nú liðug og klár til stóra kapping á mentanardøgunum í Fuglafirði um vikuskifti. Kappingin byrjar fríggjadagin kl. 17.30. Síðsti dystur er sunnudagin kl. 16.00.

Havsbrún, Fuglafjarðar Kommuna og Flogbóltssamband Føroya hava í felag gjørt hesa innandura sandflogbóltshøllina, Koksið, til veruleika

Flogbóltssamband Føroya hevur fyribils atgongd til Koksið fram til Oyggjaleikirnar í 2027 og tá má støða takast til, hvat so hendir víðari.

Koksið fer at verða sera týðandi í sambandi við menningina av sandflogbólti í Føroyum. Talan er um menning av leikarum sum heild, menning til komandi altjóða avbjóðingar og eisini til Oyggjaleikirnar í 2027. 

Samstundis sum Koksið nú er klárt at taka í nýtslu, er ein dubultur uttandura sandflogbóltsvøllur um at vera liðugur í Sandavági. Umframt tað, verður ein uttandura vøllur eisini bygdur í Fuglafirði.