Mynd: Lyngby Boldklub
Tað var fyrr í summar at Petur Knudsen var noyddur undir skurð, eftir at hava drigist við ein skaða í longri tíð.
Men nú røkjist fyri, at vit skjótt fara at síggja Petur aftur á vøllinum. Um alt gongur sum ætla, so er ein møguleiki, at vit síggja hann aftur á vøllinum fyri Lyngby BK einaferð eftir landsliðssteðgin í september, tá A-landsliðið skal leika tveir landsdystir – úti í móti Litava og heima í móti Turkalandi.
Lyngby BK liggur í løtuni á aftasta plássi í 3F Superligaen við 2 stigum aftaná 6 dystir.
Deil á Facebook