Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.02.2026 21:28

Ikki samd um broyting í veiðigjaldslógini

Savnsmynd. Eyp.fo

Nakrar dagar fyri jól í fjør løgdu tinglimirnir, Erhard Joensen, Uni Holm Johannesen, Jacob Vestergaard og Annika Olsen fram uppskot til samtyktar um at broyta veiðigjaldslógina.

Heitt varð á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið broytingar í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (veiðigjaldslógin), so veiðigjaldið verður ein stigvaksandi skipan, sum tekur hædd fyri støðuni og kvotanøgdini hjá einstøku rættindahavarunum.


Núverandi skipan leggur upp til, at allir aktørar, stórir sum smáir, verða vigaðir á somu vágskál, sum er miðalprísurin.

Men tað ætla teir fimm uppskotssetarirnir so at broyta.

Ein løgtingslimur sum hevur verið atfinningarsamur ímóti hesum uppskotinum er tingkvinnan úr Framsókn, Hanna Jensen. Og tað gjørdi hon eisini greitt undir 1. viðgerð í løgtingini tann 29. januar í ár.

Við Eysturoyarportalin sigur hon, at viðvíkjandi málinum um veiðigjøld, so heldur hon, at um hugt verður at orsøkini til at taka veiðigjøld frá fyrstu tíð, so var tað fyri at fáa ein part av tilfeingisrentuni av ogn Føroya fólks í landskassan í 1.liði og ikki einans av einum skattaðum yvirskoti.

Men við hesum nýggja uppskotinum, so er ætlanin at einki skal fara í landskassan í hesum liði frá einum rímiligum parti av flotanum.

So á tann hátt verður ikki arbeitt við tilfeingisgjaldinum, sum tað upprunaliga var ætlað, sigur Hanna Jensen við Eysturoyarportalin.

-Tá nú summi tingfólk arbeiða við tankanum um at “differentiera” (gera mun á) veiðigjaldið, so havi eg eftirlýst, at mann eisini kann viðgera aðrar tættir í eini differentiering enn einans stødd á kvotum.

Og sipar eitt nú til, um reiðaríið er føroyskt, ella um tað hevur strategiskar útlendskar íleggjarar í eigarahópinum.

-Tað haldi eg vera viðkomandi, tá vit umrøða føroyska búskapin, leiklutin hjá fiskivinnuni í føroyska búskapinum, um vinningur kemur føroyska samfelagnum og landskassanum til góðar, í hvussu stóran mun o.s.fr.

-Mann kann velja at ‘premiera’ tey reiðarí, sum eru 100 % føroysk, sigur Hanna Jensen at enda.

Málið liggur nú í Fíggjarnevndini. Enn er ikki greitt nær 2. viðgerð verður í Løgtinginum.

Spjaldur