Mynd: JÓK/ Eysturoyarportalurin
Kappingareftirlitið sigur, at tað kemur ikki undir fráboðanarskylduna í kappingarlógini, at Bakkafrost tekur við Faroe Seafood 2011.
Ikki er neyðugt, at Kappingareftirlitið viðger avgerðina hjá partafelagnum Faroe Seafood 2011 at selja Bakkafrosti felagið.
Fimm feløg áttu Faroe Seafood 2011.
Nógv tann størsti eigarin var smápartafelagið MEPS, sum átti 50 prosent. Hinir vóru Framtak, Betri, Enniberg og Thor.
Faroe Seafood 2011 seldi fisk í Fraklandi.
Taka við rakstrinum um mánaðarskiftið
Bakkafrost tekur við rakstrinum hjá Faroe Seafood 2011 1. oktober.
Bakkafrost hevur í eina tíð arbeitt við at skipa seg betur í Fraklandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
Kappingareftirlitið sigur, at tað kemur ikki undir fráboðanarskylduna í kappingarlógini, at Bakkafrost tekur við Faroe Seafood 2011.
Deil á Facebook