Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2023 10:58

Skalvalop – ikki koyrandi til Selatraðar í løtuni

Mynd:(Landsverk) Skalvalop á Selatrað

Landsverk sigur á heimasíðu síni nú kl. 10.40, at tað er ikki koyrandi til Selatraðar í løtuni.

Orsøkin er eitt skalvalop, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk, við Eysturoyarportalin.

Maskinan hjá Landsverk er ávegis at rudda skalvin burtur.