Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.08.2024 20:33

ÍF venjarin sagt seg úr starvi

Mynd: ÍF

ÍF skrivar soleiðis í kvøld:

Høvuðsvenjari felagsins hevur valt at sagt seg úr starvi, og tí hevur ÍF gingið á møti.

JMJ følir ikki at hann hevur meira at geva felagnum. Jákup Martin Joensen tók yvir eftir at Aleks fór frá aftaná 5 dystir.

ÍF hevur gjørt avtalu við Ólav Larsen um at takað sær av besta liðnum restina av kappingarárinum. Aftur honum eru komnir Christian Høgni Jacobsen, hjálparvenjari. Jákup Mikkelsen, málmansvenjari. Heri Johnsson, fysioterapeut. Heðin Olsen heldur fram sum fysiskur venjari.

Jónfríð Olsen er farin í farloyvi restina av kappingarárinum.

ÍF takkar Jákupi Martin fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta framyvir, og ynskja eisini Ólavi og hinum góða eydnu restina av kappingarárinum.