Nú er greitt, at TB og ÍF skulu spæla landskappingardyst á Tórsvølli ólavsøkudag. TB hevur nú fingið loyvið frá FSF, at teir kunnu hava heimavøll í Havn 29. juli.
At avbygdafótbóltur verður leiktur í Havn, kemst í høvuðsheitum av, at havnarfeløgini HB og B36 spæla evropeiskar dystir í summar og tískil er eingin fótbóltur á ólavsøku, sum siður hevur verið.
Vónandi og væntandi fara nógv fólk, bæði fuglfirðingar, suðuroyingar og onnur at leita sær á Tórsvøll til dyst.