Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.08.2025 08:43

ÍF og B36 trygt víðari

Við 4-0 sigri á B68 hevur ÍF spælt seg í hálvfinalurnar í minnu steypakappingini hjá kvinnum - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Við tryggum sigrum á B68 og 07 Vestur, hava ÍF og B36 spælt seg í hálvfinalurnar í minnu steypakappingini hjá kvinnum.

Mikukvøldið varð fyrsta umfar í minnu steypakappingini hjá kvinnum á skránni.

Í Fløtugerði í Fuglafirði tók ÍF ímóti B68. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 4-0 sigur til heimaliðið. Jenny Reinert Petersen, Erla Róin og Kristina Obradovic, sum skoraði tvey mál, sygrdu fyri sigrinum hjá fuglafjarðarkvinnum.

Í Gundadali hevði B36 vitjan av 07 Vestur, og har var tað eisini heimaliðið, ið var omaná. B36 vann 3-0 við málum frá Báru Magnussen, Gunnrið Poulsen og Sigrið Hansdóttir.

Í hálvfinalunum møtast ÍF og B36, og FC Suðuroy og FC Hoyvík. Hálvfinalurnar verða spældar 3., 13. og 14. septembur. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.

Niðanfyri síggjast tey sjey málini, ið vórðu skoraði í fyrsta umfari.