Mynd: ÍF kappróður
ÍF kappróður ger seg til reiðar til kappingarárið 2023 og at manna bátarnar. Á heimasíðu síni siga tey, at nú eru fyrireikingarnar farnar í gongd, og bjóða tí øllum sum hava áhuga at rógva, at møta í neystinum leygardagin 7. januar kl 11.00, til súpan og at hoyra nærri um ætlanirnar hjá felaganum.
Felagið setti nýliga Turið Christiansen sum venjara og Brian Poulsen sum hjálparvenjara.
Aldursmarkið er at ein gongur í 5. flokki siga tey í boðum sínum.
