ÍF Kappróður boðar frá, at aftaná flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini í Fuglafirði tann 25. apríl, fer Arnold Abrahamsen at doypa nýggja 6-mannafarið hjá felagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og ein dussur verður at fáa aftaná, sigur felagið í fráboðan.
Tað var annars í fjør summar, at felagið ognaði sær eitt nýtt seksmannafar.
Tað er bátasmiðurin, Sámal Hansen, sum hevur smíðað.

