Mynd: Ruben Møller Nielsen
Í gjár leiktu ÍF og HB venjingardyst á ovara vølli í Gundadali, har HB vann ein 3-0 sigur. Við á liðinum vóru tríggir útlendingar, sum í hesum døgum eru til royndarvenjing í Fuglafirið.
Formaðurin hjá ÍF Georges Rouha, váttar fyri Eysturoyarportalinum at talan er um Carlos Filipe De Sousa Ferreira, sum er áleypari úr Portugal, danan Ruben Møller Nielsen, sum eisini er áleypari og abbasonur navnframa Richard Møller Nielsen og so Abdo Barhe, sum er miðverji og er úr Svøríki.
Deil á Facebook