Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2023 17:07

ÍF gjørt sáttmála við leikara úr Argentina

Mynd: ÍF

ÍF hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt eina avtalu við Elvio Gelmini fyri kappingarárið 2023.

ÍF sigur soleiðis á heimasíðu síni:

Hann leikti við okkum fyrru helvt av kappingarárinum 2022 og vóru vit øll sera glað fyri hansara áræði, lætta lyndi og ikki minst hansara evnir sum fótbóltsleikara.

Og vit gleða okkum til at njóta meira av hesum í ár.

Vit ynskja Elvio hjartaliga vælafturkomnum og allar bestu eydnu.