Mynd: ÍF
Í dag gjørdist greitt, at ÍF aftur verður í bestu deildini komandi ár.
Tað er greitt, eftir at ÍF á heimavøllinum vann 4-0 ímóti Undrið FF. Støðan í hálvleikinum var 3-0 til ÍF eftir at liðformaðurin Karl Løkin skeyt tvey og Gundur E. Petersen eitt mál. Í seinna hálvleiki gjørdu Undrið FF sjálvmál til støðuna 4-0.
Eysturoyarportalurin ynskir ÍF hjartaliga tillukku við uppflytingini.
Deil á Facebook