Havstovan
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.
Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í ár.
Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.
Tilmæli 2026, makrelurTilmæli 2026, makrelur
Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.
Tilmæli 2026, svartkjafturTilmæli 2026, svartkjaftur
Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.
Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.
Tilmæli 2026, norðhavssildTilmæli 2026, norðhavssild
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.
Tilmælið 2026 | Tilmælið 2025 | Broyting frá 2025 til 2026 | |
---|---|---|---|
Makrelur | 174.357 | 576.958 | -70 % |
Svartkjaftur | 851.344 | 1.447.054 | -41 % |
Norðhavssild | 533.914 | 401.794 | 33 % |

MakrelurNorðhavssildSvartkjaftur
Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina. Tó er ovveiðan í 2024 og væntandi eisini 2025, nakað minni enn undanfarnu árini vegna strandarlandasemju millum Bretland, Noreg og Føroyar.
Hvussu verða tilmælini gjørd?
Tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft eru bygd á stovnsmetingina fyri 2025. Stovnsmetingin varð roknað á altjóða fundi í Keypmannahavn 27. august – 2. september, 2025.
Til stovnsmetingina av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða m.a. úrslitini frá altjóða svartkjafta-, silda- og makrelkanningunum, sum Jákup Sverri luttekur í, hvørt ár í ávikavist mars, maj og juli, brúktar.
Altjóða frágreiðingin frá svartkjaftakanningunum í 2025 (IBWSS report)Altjóða frágreiðingin frá sildakanningunum í 2025 (IESNS report)Altjóða frágreiðingin frá makrelkanningum í 2025 (IESSNS report)
Harafturat verða úrslit frá makreleggteljingum, ið verða gjørdar triðja hvørt ár, brúktar í makrelstovnsmetingini. Eggteljingar vórðu gjørdar í 2025 og Jákup Sverri var eisini partur av hesum kanningunum.
Altjóða frágreiðingin frá makrel-eggteljingum í 2025