Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2025 14:03

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

Havstovan

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Toskur á Landgrunninum

Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2026 er 6.075 tons.

Toskastovnurin er nú komin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, men er tó enn undir fyrivarnismarkinum. Vøksturin í stovninum kemst serliga av betri tilgongd tey seinastu árini.

Tilmæli 2026, toskur á LGTilmæli 2026, toskur á LG

Toskur á Føroyabanka

Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2026 er 403 tons.

Tilmælið fyri 2025 var 575 tons. Lækkingin kemst av einari varnari veiðireglu. Vit hava eisini sæð, at rannsóknarskipið hevur fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka.

Tilmæli 2026, toskur á FBTilmæli 2026, toskur á FB

Hýsa

Tilmælið fyri hýsu í 2026 er 19.653 tons.

Veiðutrýstið á hýsu hevur verið lágt tey síðstu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Ábendingar eru um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl oman fyri miðal, og væntast 2023-árgangurin at koma inn í fiskiskapin næsta ár.

Tilmæli 2026, hýsaTilmæli 2026, hýsa

Upsi

Tilmælið fyri upsa í 2026 er 24.032 tons, ella umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2025.

Tilgongdin til upsastovnin hevur verið yvir miðal tey síðstu árini og er stovnsstøddin yvir øllum vandamørkum.

Tilmæli 2026, upsiTilmæli 2026, upsi

ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu (í tonsum) fyri tosk á Landgrunninum, tosk á Føroyabanka, hýsu og upsa í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.

Tilmælið
2026
Tilmælið
2025
Broyting
frá 2025
til 2026
Toskur á LG6.0752.848+113 %
Toskur á FB403575-30 %
Hýsa19.65312.204+61 %
Upsi24.03224.281-1 %

Toskur á LandgrunninumToskur á FøroyabankaHýsaUpsi

Spjaldur