Birkblog
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt. Soleiðis lesa vit kendastu orð um arbeiðaran í Halgubók, tyktandi grundarsteinurin undir øllum arbeiði síðan Luther lærdi okkum lýdni. So kend, at tey verða hildin fremst hjá politikarum, sum innan fráfaringaraldur royna at billa okkum inn, at teir hava sæð skriftina á vegginum, har hagtølini greitt siga, at vit verða eldri og eldri. Í politiskum orðabraski æt tað fyrr eldrabyrðan. Nú eru vit so mong í íbúgvapyramiduni, at vit umframt røktarútreiðslurnar, í nógv størri mun eru trygdin fyri bæði gjaldføri og Suðuroyartunnili. Vit eru tey gomlu, sum tey lægstløntu eru um… https://birkblog.blogspot.com/2025/08/i-sveitta-andlits-tins.html