Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2024 15:13

Í samband við at arbeiðið við brúnna um Stórá er byrjað

Sunda Kommuna

Verður vegurin millum Hvalvík og Steymnesi stongdur frá hósdegnum 13. Juni 2024 kl. 8.00.

Meðan arbeiðið við at gera nýggja brúgv um Stórá er í gongd, verður eingin gjøgnumkoyring eftir Nýggjavegsbrekkuni.

Fólk til gongur kunnu ganga eftir nýggjari fyribilsbrúgv, sum er sett upp í Stórá.

Gangast kann ímillum parkeringsplássið við barnagarðin við Kráir og Streymnesvegin við Margáir, ígjøgnum bøin, sum víst á kortinum niðanfyri.


Gjørt verður vart við, at bøurin er vátur í støðum og óslættur, so fólk vera biðin um at vera væl skødd og at ansa sær, meðan tey ganga her.

Tað ber ikki til at fara við barnavogni, súkklu o.l. hesa gonguleiðina.

Arbeiðið við at gera nýggja brúgv millum Hvalvík og Streymnes verður væntandi liðugt í oktobur/novembur 2024.

Sunda kommuna

Spjaldur