Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2025 13:56

Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Í dag, 12. mai, yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum.

Yvirtøkan fer fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, letur stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.

Yvirtøkan verður stroymd her. Tiltakið byrjar kl. 16.30 føroyska tíð.

Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.

Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum millum arktisku londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan gransking, ikki minst á havøkinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum

Felags tíðindaskriv kann somuleiðis lesast her.

Sí meira um formansskapin her.

Sí formansskránna her.

Sí meira um Føroyar í Arktis her.