Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.03.2026 08:35

Í dag koma tjøldrini

Mynd: Eyp.fo

Grækarismessa er í dag tann 12.mars.

Fyrst síggjast bara nøkur fá saman á sandi og fjøru og eru ferðamóð av longu ferðini. Men skjótt síggjast smáir flokkar bæði í bø og haga og í fjøruni, teirra eyðkenda „klipp klipp“ hoyrist árla og síðla. Tá er várið enduliga komið.

Á grækarismessu siga vit her í Føroyum, at tað er tá ið tjóðfuglur okkara, tjøldrini, koma, hóast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr um árið.

Á grækarismessu er nú vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi kring landið, har tjóðfuglur okkara, og várið verða fagnað.

Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12.mars í 604.