Í dag, 12. mars, er Grækarismessa.
Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði tann 12. mars 604.
Á grækarismessu siga vit, at tjóðfuglurin, tjaldri, kemur til landið.
Tað sigst at flestu tjøldrini eru í Wales um veturin, meðan nøkur flúgva heilt til Fraklands. Sagt verður, at tey hava fult reiður á Krossmessu tann 3. mai.
Á grækarismessu er nú vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi við tónleiki og røðum, har tjóðfuglur okkara, tjaldrið, og várið verða fagnað.