Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.11.2024 20:55

Hygg út um bøgarðin – Magnus stendur so einsamallur 

 megnar triðja størsta kommunan at fostra landspolitikarar?

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

(Sí video á mínum vanga).

Eina valdømi hevur havt stórar fylgir fyri lítla geopolitiska landslagið í Føroyum. Tað dragnar millum miðstað og hini økini, og røddirnar kámast. Við einum valdømi hevur Eysturoyggin megnað sera illa at fostra landspolitikarar. Tríggir  menn umboða oynna á tingi í hesum valskeiðnum, allir eru teir í andstøðu, og hava harvið  lítla og onga ávirkan yvirhøvur. Uppaftur verri hevur tað eydnast Runavíkar kommunu, sum triðju størstu kommunu í landinum, at kaga út um bøgarðarnar, og hugsa um hvørja støðu vit ynskja at hava á landspolitiska pallinum. Vit hava ein tingmann búsitandi í kommununi, og einki bendir á, at vit hava hugsað um hvussu vit skulu seta við.

Pallurin frá kommunalum- til landspolitikk

Tað er ikki óvanligt at ferðast millum hesar pallar, ella, at standa á báðum samstundis. Styrkin í at hava ein fyrrverandi landspolitikara sum borgarstjóra og formann í Kommunufelagnum hevur verið eyðsæð. Hetta hevur gagnað Runavíkar kommunu væl, eins og tað hevur gagnað øllum 29 kommununum.

Tað má sigast at vera eitt bragd hjá borgarunum í Suðuroynni, 4.557 íbúgvar, at fáa sjey – 7 – umboð á ting. Tað búgva 166 fleiri borgarar í allari Suðuroynni, enn tað búgva í Runavíkar kommunu.

15 bygdir ella ein kommuna

Kongshavnar kvinnufelag hevur um dagarnar skipað fyri tveimum valfundum undir heitinum: Okkara framtíðar kommuna. Øll valevni á øllum listum vóru boðin við. Eitt av endamálunum við fundunum var, at øll skulu fáa høvi at hoyra hvønn annan, og at bera fram ætlanir, m.a. fyri hvussu bygdirnar betri kunnu samansjóðast.

Lítið og einki varð umrøtt, hvørt vit hava nakrar ambitiónir um at okkara øki fær umboðan á landspolitiska pallinum. Eru vit nøgd við, sum triðja størsta kommuna í landinum, at hava eitt umboð á Føroya løgtingi, ella ætla vit at seta við ? Tora vit í kommunu okkara at seta orð á, og arbeiða saman um hetta, ella eru vit nøgd við støðuna, har onnur taka avgerðirnar og siga okkum hvønn veg vit skulu ganga ?

Ella, eru vit so upptikin av, at vit eru 15 bygdir, at vit gloyma, at vit eru ein kommuna – ein serstakliga týðandi eind í Føroyum – landsins triðja størsta kommuna.

Gott val øll somul.

X við Sigrid J. Dalsgaard, til ein sess av 11 í landsins triðju størstu kommunu