Tíðindaskriv/ Taekwondo felagið Hwarang Føroyar
Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, er komin til Danmark, har 6 kemparar skulu luttakað í Nordic Taekwondo Championship 2026 í vikuskiftinum, ið verður í Skanderborg.
Kappingin gevur íðkarunum hjá felaganum møguleika, at kempa á hægsta stigi í Norðanlondum, har tey bestu frá Norra, Svøríki, Danmark, Íslandi og Finnlandi kempast. Hesin pallurin gevur teimum venjing til enn størri kappingarar rundt í heiminum innan Taekwondo kampítrótt.
600 luttakarir og næstan 300 lutakarar eru við í kamp og Hwarang Føroyar luttekur hesað ferð, við 6 íðkarum í skulu kempast. Íðkarnar hjá Hwarang Føroyar venja í Søldarfirði, mugu av landinum fyri at sleppa at kempa og tíðskil er hesin túrur sera mennandi og læruríkur. Høgni Kunoy Dávason býr í Keypmannahavn og venur við Nørrebro Taekwondo Klub, men kempar sjálvandi fyri Føroyar.
Føroysku Taekwondo íðkarnir eru:
Jónar Kristiansson Poulsen – 41 kg Kadet
Stefan Saviour – 48 kg Junior
Jerrold Balagasay -45 kg Junior
Boas Hansen -68 kg Junior
Prashim Khadka – 54 kg Senior
Høgni Kunoy Dávason -74 kg Senior
