Vinnuhúsið
Uttan nýggjar íløgur er trupult skapa vøkstur. Á Vinnudegnum fer Ben Arabo at varpa ljós á júst hesa avbjóðing
Ein av spurningunum, sum verður settur á Vinnudegnum 19. september, er, hvussu Føroyar kunnu gerast meira spennandi fyri íløgufólk bæði innanlands og uttanlands.
Ben Arabo, stjóri í Framtaki, hevur drúgvar royndir bæði úr Føroyum og uttanlands og kennir væl, hvat skal til fyri at flyta eitt hugskot frá fyrstu tonkunum til ítøkiligar íløguætlanir.
Í samrøðu við orðstýraran fer hann at greiða frá, hvussu vit kunnu byggja eina tilgongd til íløgur, sum hóskar til okkara stødd og marknað.
Hann fer eisini at seta sjóneykuna á, hvussu vit gera Føroyar til eitt stað, har íløgufólk síggja greiðar møguleikar og haldgóðar karmar.
Í einum lítlum samfelag sum okkara eru bæði styrkir og veikleikar. Styrkirnir liggja í, at vit hava stuttan veg frá hugskoti til avgerð, meðan veikleikirnir kunnu vera, at marknaðurin er avmarkaður.
Á Vinnudegnum fáa vit høvi at hoyra, hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast, og hvussu vit kunnu gera Føroyar meira spennandi fyri íløgufólk bæði innanlands og uttanlands.
Les meira um Ben Arabo og Vinnudagin her.