Lesarabræv
Meðan rópað verður hart um “fólkadráp”, so verður ábyrgdin hjá yvirgangsfelagsskapinum Hamas fullkomiliga skúgvað til viks. Tí tað einasta sum krevst fyri at fáa varandi vápnahvíld og frið, er at Hamas letur seinastu gíslarnar leysar , og treytaleyst gevur seg yvir.
Men har er ein stórur trupulleiki við hesum. Leiðarnir hjá Hamas búgva als ikki í Gasa. Uppaftur verri: Teir leggja einki í teirra egna fólk. Hetta er tann stóra tvístøðan sum meginparturin av fólkunum í Vesturheiminum ikki skilja, ella ikki vilja skilja. Ein og hvør deyði palestini, sum bløðandi verður filmaður frammanfyri myndatólinum, gevur rættiliga nógvar pengar, sum gleðiliga kunnu brúkast í Katar. Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi tann ísraelska satirusendingin “Eretz Nehederet” (umsett: undurvakra land) eitt filmsbrot um hendan øra sannleikan.
Men líka mikið hvussu ofta tað verður greitt frá, og hvussu umráðandi tað er, at Hamas tekur ábyrgd fyri neyðina hjá palestinum í løtuni, og tá samanum kemur eisini tey seinastu áratíggini í Gasa og Vestara áarbakka, so verður tað ikki gjørt.
Meðan leiðslan situr í Doha í Katar við hummara, kaviar og champagne, kann Hamasleiðslan ikki trúgva síni egnu eygu hvussu væl teirra egna propaganda hevur riggað, og hvussu tollut tey vesturlendsku rættvísisstríðsfólkini kunnu vera, at tey ikki síggja, at Hamas ikki er annað enn ein teokratiskur mafiabandi.
Einki liggur Hamasleiðsluni meira fjart enn at bjarga palestinska fólkinum, og tryggja teimum teirra egna stat. Einki av hesum stendur í teirra stevnuskrá. Tað sum ein tó finnur í stevnuskráini hjá Hamas er, at allir jødar skulu útruddast. Tá Hamas fekk høvi til tess tann 7. Oktobur 2023, valdi Hamas eisini at fylgja sína egnu stevnuskrá.
Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson
Deil á Facebook