Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2025 09:47

Hvør skal fáa lesaravirðislønina í ár?

Tíðindaskriv

Trý verk er tilnevnd Lesaravirðislønina 2025. Nú ber til at atkvøða fyri, hvør vinnarin skal vera. 

Tey tilnevndu verkini eru: 

Sára Malena eftir Sólrun Michelsen

Vilstar røtur eftir Ingun Christensen

Lygn eftir Eyðun Klakstein

Í fjør settu Føroysku bókasøvnini nýggja bókmentavirðisløn á stovn. Vinnarin gjørdist Høgni Mohr við Saga JAM. Tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.

Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tú kanst atkvøða her:

www.lesaravirðislønin.fo

Virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.

Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.

Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.