Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2026 11:52

Hvør fer at umboða okkum?

Lesarabræv

Í morgin skulu vit aftur á val. Hvør einasti krossur telur eins nógv. Vit skulu velja tey, ið skulu stjørna Føroyum og umboða alt landið komandi árini. Valið í morgin hevur stóran týdning – ikki minst fyri okkum í Norðstreymoy, Sundalagnum og Norður Eysturoy.

Politikkur snýr seg um raðfestingar, og ynskja vit at verða raðfest, so mugu vit hava umboð við borðið, tá ið raðfestingarnar fara fram. Um ikki, so eru vit í vanda fyri at verða gloymd burtur.

Sanniliga eru nógvar orsøkir til, at vit skulu hava umboð við borðið komandi fýra árini. Ferðslutrygd og viðlíkahald, vaksandi ferðavinnan, góða busssambandið skal varðveitast, komandi fongslið við Áir, Firum byggir út í Hósvík, Tjørnuvíkartunnil og so framvegis. Bera vit rætt at, so kunnu vit fáa eini 60 fleiri størv í nærumhvørvinum komandi fýra árini, og ferðsluviðurskiftini verða munandi bøtt, men til hetta krevur politisk raðfesting. Tí hevur valið í morgin so stóran lokalan týdning.

Vilja vit hoyrast, síggjast og raðfestast, so mugu vit sita við borðið. Úr Sunda kommunu stilla seks valevnir upp til løgtingsvalið hesaferð, og tí skal hendan áheitanin ljóða til okkara borgarar. Hugsið um okkara økið og veljið hesi skilagóðu fólkini til valið í morgin. Hugsið um Sundalagið og veljið lokalt.