Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2023 10:11

Hvør er átufrekasta og glúpskasta krokodillan?

Mynd: Jón Tyril

Lesarabræv/ Jón Tyril

Sjúrður Skaale er frammi við lesarabrævi, har hann sigur, at vit eiga ikki at samstarva við Russland, tí landið er at samanbera við eina krokodillu. Tú kanst jú ikki hava álit á krokodilluni. Hon etur teg bara áðrenn tú varnast.

Men vit hava samstarvað formelt við russisku krokodilluna síðani 1977, og óformelt síðani 50-árini, uttan stórvegis trupulleikar. Eitt samstarv, sum hevur gagnað okkum ómetaliga væl, og sum er ein av orsøkunum til stóru búskaparligu framgongdina, vit hava sæð seinastu árini. Og í mun til onnur, vit samstarva við, so leggja russar seg ikki út í, hvørt vit eta grind, skjóta kóp, loyva fríari fosturtøku ella hvørt vit nýta Ericson ella Huawei sum veitarar av teletøkni.

Men Russland er ein krokodilla, og er í ferð við at eta grannan. Og tí skulu vit slíta alt samstarv, sum væl at merkja einans snýr seg um matvøruframleiðslu. Vit skulu tveita fiskifør og manningar út, og ístaðin samstarva við USA og NATO, og bjóða krígsútbúnaði og hermonnum vælkomnum, inn í okkara havnir, land-, loft-, og sjóøki.

Men USA og NATO-londini, sum eru so rein, at vit skulu økja samstarvið við tey og leggja okkara lagnu í hendurnar á teimum, eru sanniliga eisini átufrekar og glúpskar krokodillur.

Taka vit hesi seinastu góðu 20 árini síðani 2001 – hetta sambært amerikanska Brown University og teirra ‘Costs of War’ verkætlan, sum granskar í kostnaðinum av kríggi – er USA farið í álopskríggj ella í minsta lagi bumbað mál í Afghanistan, Pakistan, Irak, Libya, Sýria, Jemen, Somalia. Hesi kríggj hava kostað umleið 930.000 fólkum lívið av beinleiðis krígsávum. Umframt fleirifaldað tað av óbeinleiðis krígsávum, so sum deyð vegna oyðilagdar vatnveitingar, kloakksivðurskifti og annað infrakervi.

Sambært frágreiðingini hjá Brown University hava hesi kríggj elvt til eini 40 mió flóttar og tilsamans hevur USA havt hernaðarlig átøk í 85 londum bara síðani 2018!

Sambært Brown University hava kríggini síðani 11. september 2001 kostað amerikanska statskassanum 8 billiardir dollarar, ella 8.000 milliardir krónur. Tað er væl meira enn krevst fyri at útrudda hungur á fold og bjóða øllum skúlagongd og grundleggjandi heilsurøkt. Og tá hava vit einki nevnt um eitt nú fyrra Irak-kríggið í nítiárunum, ella tíggjuára langa handilsstongsulin av Irak ímillum Irak-kríggini bæði, sum varð mettur at kosta áleið 500.000 børnum lívið, tí tey ikki fingu mat og heiligvág.

Summi av okkum minnast fyrrverandi uttanríkisráðharran, Madelaine Albright, sum í sjónvarpssamrøðu við sendingina 60 minutes, tá ið hon var spurd um hesi 500.000 børnini ikki vóru ein ófatiligur prísur fyri handilstiltøkini, svaraði: “Vit halda, at tað var tað vert!”

Og vit hava als ikki verið inni á tíðarskeiðnum millum annan heimsbardaga og fyrra flógvakríggið, tá ið sera kostnaðarmikil álopskrígg vóru í m.a. Korea, Vietnam, Laos, Kambodja, Jugoslavia og mangar aðrastaðni við.

Stutt sagt finst eingin krokodilla, sum er løgsd á fleiri lond og hevur skrætt tey sundur í petti, síðani 1950, enn júst USA, sum nú skal vera dúgva, lamb, álit og friðargarantur hjá okkum. Tølini, sipað verður til omanfyri, kunnu síggjast her. https://watson.brown.edu/costsofwar/figures

PS. Og so er ein annar viðkomandi spurningur, hví beit russiska krokodillan í beinið á grannanum?

Har vil eg mæla til at lurta eftir onkrum av hesum videoum.

Serliga tey trý ovastu á hesum playlistanum geva gott yvirlit. Alt á listanum er antin á føroyskum ella við føroyskum teksti. https://www.facebook.com/watch/100083124169629/994741398520558

Latest Figures | Costs of War