Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2025 18:58

Hvønn kunnu vit samstarva við, um vit siga noy til Russland?

Lesarabræv

Um vit ikki kunnu loyva okkum at samhandla og hava fiskivinnusamstarv við Russland orsaka av krígnum í Ukraina. Kunnu vit so loyva okkum at samstarva við Kina, sum á mangan hátt kúgar sítt fólk og sum hevur tætt samstarv við Norður Korea, ið torturerar egnar borgarar í týningarlegum? Kunnu vit halda fram við at selja fisk til Nigeria, har Boko Haram (ISIS) slaktar sivilar borgarar, serliga kristin, nærmast hvønn dag, meðan stjórnin bara hyggur at? Og soleiðis kundi eg blivið við…tað blívur sera trupult at velja og vrakað hvørji lond vit skulu samstarva við. 

Og her má eg enn einaferð undirstrika, at vit tosa um eitt samstarv um mat (fisk).

Harumframt mugu vit eisini hugsa um okkara egna búskap, sum longu hevur mist nógv orsaka av krígnum í Ukraina. Halda vit fram á tann hátt sum Sirið Stenberg og kompaní ætla, so missa vit allarhelst bæði Barentshavið og allan silda marknaðin í Russlandi, sum hevur sera stóran týdning fyri hundraðtals húsarhald í Føroyum.

Eg taki als ikki undir við at seta hesi revsitiltøk í verk, sum allarhelst steðga fiskivinnusamstarvinum við russarar og harvið fær stórar avleiðingar fyri Føroyar.

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin