Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2024 12:42

Hvønn byggir Bústaðir íbúðir til?

Eyðstein Zachariasen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Lesarabræv

Á býráðsfundi í mai 2023 samtykti býráðið í Sunda Kommunu at geva Bústaðir loyvi at byggja sjey íbúðir í Streymnesi. Talan var um eina verkætlan, ið eg sum býráðslimur í Sunda Kommunu og borgari í Streymnesi við spenningi havi sæð fram til, tí talan er um fyrstu íbúðarverkætlan av hesum slag í heimbygdini.

Nú eitt ár seinni, mai 2024, standa íbúðirnar lidnar, men tómar. Eg ringdi til Bústaðir í farnu viku og spurdi nær fólk kundu væntast flyta inn í grannalagið hjá okkum. Svarið í telefonini var, at tey høvdu verið gjøgnum øll fólkini á bíðilistanum, omanfyri 250 fólk, men eingin áhugi var at leiga íbúðirnar, og tí stóð verkætlanin í løtuni í einari bíðistøðu.

Hetta er so langt burtur frá veruleikanum, sum til ber at koma. Sanniliga er áhugi frá fólki at leiga íbúðirnar í Streymnesi, og her er heilt fantastiskt at vera, men máti skal vera við.

Ein tvey kamars íbúð kostar 10.990kr + 500kr í hita umframt sev rokningina um mánaðin. Also 11.500-12.000kr um mánaðin fyri eina íbúð í Streymnesi frá almenna Bústaðir. Sambært yvirlitinum á heimasíðuni hjá Bústaðir eru íbúðirnar í Streymnesi dýrari enn allar íbúðirnar, sum Bústaðir eigur í Tórshavn.

Hvat er so endamálið hjá Bústaðir? At byggja íbúðir, ið eingin hevur ráð til at búgva í? Í løtuni situr man við kensluni av, at tað kanska var betur, um Bústaðir ongantíð fekk loyvið at byggja tær sjey íbúðirnar, og tað er sera harmiligt.

Nógv hava ført alment fram, at privatar fyritøkur ikki skulu stuðlast fíggjarliga av tí almenna til at byggja íbúðir, tí privatar fyritøkur bara byggja við vinningi fyri eygað, men eitt er heilt vist. Privatar byggifyritøkur høvdu uttan iva kunnað hildið byggikostnaðin væl lægri og leigað út væl bíligari út enn hetta, og alíkavæl vunnið pengar burtur úr tí.

Vónandi játtar løgtingið ikki eina tí einastu krónu meira til Bústaðir, soleiðis sum tað verður rikið í dag. Skil má fáast á framtíðar ætlanir fyri almenna Bústaðir alt fyri eitt, áðrenn meira bygging fer í gongd. Við vón um, at gjaldið fyri íbúðirnar í Streymnesi verður tillagað munandi, so vit fáa fylt tær við fólki.

Eyðstein Zachariasen

Borgari í Streymnesi og býráðslimur í Sunda Kommunu