Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2026 13:11

Hvítaberg gjørt góðan túr

Í dag landaði Hvítaberg, sum er heimahoyrandi á Strondum, á Toftum.

Skiparin og eigarin, Rósing Thomsen letur væl at túrinum.

Roynt hevur verið eini 14 fjórðingar eystanfyri við 20 stampum. Veiðan varð gott 6.000 pund. Mest toskur og hýsa. Og prísurin er góður í løtuni.

Hvítaberg á Toftum í dag (Mynd: Eyp.fo)

Túrurin vardi áleið 12 tímar, sigur hann.

Gott 6.000 pund av toski og hýsu (Mynd: Eyp.fo)