Lesarabræv
Føroyski búskapurin er í hákonjunkturi. Tá hjólini mala skjótt, og nógvir pengar eru í umferð, eigur politiska ábyrgdin at vera greið. Vit skulu spara. Ikki tí at vit eru ímóti menning, men tí at ábyrgd krevur, at vit hugsa longri enn til næsta ár.
Tað merkir eisini, at vit mugu tora at bíða við teimum størstu íløgunum, til tíðirnar venda. Tá búskapurin einaferð kølir niður, hava vit tørv á arbeiði, virksemi og almennum íløgum, sum kunnu halda hjólunum í gongd. Brúka vit alt nú, so stendur lítið eftir, tá tað veruliga tørvar.
Øll nevna trupulleikan við tí at ungdómurin flytir av landinum, og einans fimti hvør kemur aftur, men hvør hevur hug at búgva í einum landi, sum ikki hugsar um búskaparligu framtíðina?
Hetta snýr seg ikki bara um tøl á einari fíggjarlógarkontu. Hetta snýr seg um javnstøðu og rættvísi í millum ættarlið.
Sannleikin er einfaldur. Tað eru vit ungu, sum fara at gjalda.
Vit eru statistiskt tey, sum fara at liva longst. Tað merkir eisini, at vit verða tey, sum skulu bera byrðurnar av skuld og óhaldførum útreiðslum og avgerðum, sum ikki vórðu tiknar við framtíðini í huga.
Eitt haldført samfelag verður bygt við ábyrgd, strategiskari planlegging og dirvi at taka tær avgerðir, sum kanska ikki eru tær mest populeru beint nú, men sum eru tær røttu fyri Føroyar. Avgerðir, sum vit vera glað fyri, at vit tóku um 10, 20 og 30 ár.
x við Lunu Klein Joensen
x við E
