Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.08.2026 13:03

Hví er útfyllingin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri byrjað, um Varðin Pelagic ikki hevur fingið byggiloyvi?

Mynd: Livilig kor

Lesarabræv

Í tíðindunum hin 21. juli 2026 í almenna Kringvarpi Føroya frættist frá nevndarformanninum í Varðanum, at felagið einki fær gjørt uttan at bíða og vita, um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju verður givið. 

Í tíðindastubbanum varð greitt frá, at útbyggingin kann ikki byrja, fyrr enn sakarmálið millum áhugafelagið Livilig kor og Føroya Kærustovn er avgreitt og byggiloyvið endaligt verður givið.

Hví spyr Kringvarp Føroya ikki nevndarformannin í Varðanum, hvussu útfyllingin kann vera byrjað uttan eitt byggiloyvi?

Kringvarp Føroya hevur ikki minni enn fýra ferðir boðað alment frá, at Tvøroyrar kommuna hevur latið Varðanum byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju ímillum sethús undir Heygnum á Tvøroyri.

Seinast, hetta sokallaða byggiloyvið ruddaði forsíður, var hin 13. mai í 2025, tá ið Kringvarp Føroya bar tíðindini av heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu um, at Varðin Pelagic nú hevði fingið byggiloyvi.

Hvar er kritiski journalistikkurin hjá Kringvarpinum? 

Kringvarpið hevur havt upplýsingar um stórmálið í 7 mánaðir. Og tá ið Kringvarpið gjørdi samrøðuna við nevndarformannin hjá Varðanum, var Kringvarpið væl kunnað um, at 12 limir í Liviligum korum hava fingið frían rættargang at stevna Føroya Kærustovni. 

Men hetta stóra sakarmál tykist ikki at hava tíðindavirði.

Alt várið og summarið 2025 á tamb varð brekkað og lamiterað undir Heygnum á Tvøroyri og nógvir m2 av lendi knústir sundur og óteljandi rúmmetrar blakaðir á sjógv. Grannar og húsdjór rýmdu úr hús og heimi undan larmi og ristingum frá klokkan 8:00 á morgni til klokkan 20:00 á kvøldi!

Hví er Varðin farin undir brekking og uppfylling av sjóøki, um óvissa er um byggiloyvið? 

Fyri okkum í Liviligum korum, er tað søtur tónleikur at hoyra frá sjálvum nevndarformanni Varðans, at útbyggingin er í bíðistøðu vegna drúgva stríðið hjá Liviligum korum tey seinastu knapt fýra árini.

Tónleikurin er tó minni søtur, tá nevndarformaðurin sigur, at útbyggingin ikki kann byrja, fyrr enn byggiloyvi er givið, og at hetta er tengt at úrskurðinum í sakarmálinum millum Livilig kor og Føroya Kærustovn.

Hví spyr journalisturin ikki beinanvegin nevndarformannin í Varðanum, hví verkætlanin er farin í gongd, um Varðin ikki hevur fingið byggiloyvi?

Hví sleppur Varðin at siga, at útbyggingin ikki er byrjað, tá hon byrjaði í apríl 2025?

Hví fær journalisturin hjá KVF ikki steðgað skeiva narrativinum frá Varðanum beinanvegin?

Hví hevur KVF ikki sett seg betur inni í málið enn hetta?

Livilig kor hava sent tilfar og kunning til almenna Kringvarpið um málið, til leiðaran á tíðindadeildini, journalistar og til kringvarpsstjóran sjálvan. KVF hevur havt alt tilfarið liggjandi í 7 mánaðar uttan at nerta tað við eini eldtong.

Hví var so hendan “søgan” frammi í KVF mitt í summarfrítíðini? 

KVF bar nýliga tíðindi um ættarliðskifti hjá Varðanum. Er tað í hesum sambandi, at áhugin fyri ætlaðu útbyggingini er kyknaður aftur júst nú?

Hevur nýggja nevndin tørv á at siga almennu Føroyum frá, at teir ikki kunnu byrja útbyggingina, fyrr enn byggiloyvið endaliga er givið? 

Um byggiloyvið ikki er endaliga givið, so má langtsíðan byrjaða útfyllingin hjá Varðanum væl vera ólóglig, og so má alt væl setast aftur í upprunastand.

Er hetta ein roynd hjá Varðanum at venda kanónini ímóti Tvøroyrar kommunu og lata sum um, at teirra útbygging ikki er farin í gongd, tí byggiloyvið enn ikki er givið?

Ein kann vóna, at nýggja ættarliðið, ið nú hevur tikið við, skilir teirra samfelagsskyldu betur enn fráfarna nevnd.

Eftir skjótt fýra ár í stríði við kommunalar- og landsmyndugleikar fyri at verja okkara heimalív og ognir mugu vit framvegis ásanna, at borgarin í Føroyum er sera illa vardur og hevur lítlan og ongan møguleika at verja seg ímóti verkætlanum, ið gera seg beinleiðis inn á meginregluna um at halda ídnaðar- og bústaðarøki atskild.

Protein- og lýsiframleiðsla er ikki bert ídnaður, men flokkað sum serliga dálkandi ídnaður, og tað er óhoyrt at leggja slíkt virksemi millum hús, har børn og vaksin hava sítt dagliga lív. 

Býarskipan Tvøroyrar kommunu hevur einki øki skilmarkað til serliga dálkandi ídnað, og tí er spurnatekin sett við, um Tvøroyrar kommuna yvirhøvur hevur heimild at veita byggiloyvi til slíkt virksemi.

Livilig kor hava gjørt vart við millum annað hetta hjá øllum viðkomandi myndugleikum, higartil uttan úrslit. 

Grundgevingin tykist vera, at tá Varðin longu hevur bygt eitt stórt virki í miðbýnum á Tvøroyri, má Varðin eisini sleppa at halda fram at byggja uppaftur meira ídnað millum sethúsini á Tvøroyri!

Er hatta ein grundgeving? 

Eiga myndugleikar at arbeiða á hendan hátt?

Og til seinast: Hvør í Jesusar friði er tað, sum situr og avger, hvat ið hevur tíðindavirði í almenna Kringvarpinum?

– Livilig kor, nevndin

Spjaldur