Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2025 21:43

Hvat vilja føroyingar ?

Lesarabræv

Fjølmiðlar hava endurgivið kanning hjá Spyr.fo viðvíkjandi støðu føroyinga til fría fosturtøku og verður í yvirskrift sagt at ”Føroyingar taka undir við fosturtøku til 12. viku” og í undirsyvirskrift , at ”Kanning vísir, at greið­ur meiri­luti av før­­oy­ingum tek­ur undir við, at fost­ur­tøka skal vera upp til ein­­støku kvinn­una at gera av til 12. viku av vi­ð­gong­u­tíð­ini?

Ein kann ikki annað enn undrast yvir slík tíðindi, tá hugt verður nærri eftir kanningin, sum sipað verður til.

Verður hugt nærri eftir kanningini, so vóru  799 fólk spurd og av teim vóru tað 57%, ið vóru fyri ”fríari fosturtøku” – tvs, at sambært nevndu kannning vóru tað 455 føroyingar, ið taku undir við ”fríari fosturtøku”. 

Tá nevnda kanning vísir, at 455 av teim spurdu tekur undir við ætlaðu broytingum, so svarar hetta til  1,17 % av teim 39.000 føroyingum, ið høvdu valrætt í 2022.

Tí tykist mær, at tað er at taka munnin ov fullan, ja, beinleiðis villeiðandi at siga, at greiður meiriluti av føroyingum taka undir við fríari fosturtøku.

Hví ikki lata spurningin um ”frían fosturtøku” fara út til fólkaatkvøðu? Tá fæst at vita, hvør støða føroyinga er í hesum álvarsmáli.

Tordur J. Niclasen