Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2026 09:46

Hvat siga valskráirnar 2026 um gransking, menning og nýskapan

Granskingarráðið

Politisku flokkarnir hava allir lagt fram sínar valskráir til løgtingsvalið 26. mars og í onkrum føri fólkatingsvalið 24. mars.  

Vit í Granskingarráðnum hava við spenningi kagað í hesar skráir fyri at síggja, hvørjar visjónir flokkarnir hava fyri okkara virkisøki og hvat kann hugsast at verða sett á breddan frameftir.

Vit hava í fyrsta umfari talt, hvussu ofta orðini gransking, menning, nýskapan, útbúgving og Fróðskaparsetrið verða nevnd í valskráunum.

Niðanfyri hava vit gjørt eitt yvirlit, har vit hava tikið orðingarnar við, har gransking, menning ella nýskapan eru nevnd.

Í dag, týsdagin 17. mars frá kl. 16.00 til 18.00 fer eisini at bera til at hoyra, hvørja støðu flokkarnir hava til hesi evni. 


Les meira:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/hvat-siga-valskrairnar-2026-um-gransking-menning-og-nyskapan