Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2022 12:36

Hvat nú NSÍ? Tíð til sjálvrannsakan?

Mynd: Eysturoyarportalurin

So bleiv tað veruleiki. Tað hevur rikið hart á kíkin í seinastuni. Niðuflytingin, sum hevur lúrt í eina tíð, gjørdist verulig fyri fólkið á eysturarmi á Skálafjørðinu í gjár, tá toftamenn nelgdu seinasta seymin í Betrideildarkistuna hjá NSÍ.

Svárt er altíð at flyta niður, men at blíva sendur niður av argastu kappingarneytum, argastu grannum og “lítlabeiggja”, má smakkað sera illa. Tað fer nokk at taka fleiri ár, at fáa tann smakkin vekk aftur.

Men hví kom tað so langt hjá NSÍ? Hvat er tað sum er hent í felaganum, við teimum stoltu traditióninum og góða ungdómsarbeiðinum?

Niðurflyting hjá Betrideildarliðinum hjá monnum; manglandi kvalitetur á leikarum; ov nógv útskiftingar av høvðusvenjarum; vánlig planlegging; veik leiðsla og nevnd; stuttsiktaðar loysnir; ónøgd millum fjepparar í longri tíð, meðan NSÍ U15 dreingir liggja aftast, NSÍ U17 dreingir liggja aftast og ein næstan uppsteðga talentframleiðslu. Nógv eru orðini, sum hava verið søgd í seinastuni um NSÍ.

Verður hugt útifrá og inneftir, so er niðurtúrurin nokk spakuliga byrjaður fyri langari tíð síðani. Hann byrjaði kanska longu á toppinum, tá felagið vann FM í 2007.

NSÍ rakk absolutta toppin í føroyskum fótbólti og vann føroyameistarheitið fyri fyrstu ferð við Jóhan Nielsen við róðrið í 2007. Rómurin var øguligur, alt var møguligt og framtíð sá eisini sera bjørt út hjá felaganum.

Eitt lið við nógvum routineraðum og ungum evnaríkum leikarum. Eitt lið við sterkum persónligheitum og einum hópur við góðari blanding og einum miðalaldið á 24 ár.

Men eftir 2007 hevur NSÍ ongantíð nátt toppin aftur. Tað blev ongantíð veruliga bygt uppá og krøvuni til standardin bleiv ikki hækkaður.

Um hugt verður at endastøðunum, so sæst eisini, at NSÍ ongantíð veruliga bygdi uppá meistarheitið, men bleiv í veruleikanum eitt gott miðallið, har 4.plássið, sum oftast endaði við Løkin. Kroyst ímillum eru so tríggjar Løgmansteypafinalur, har ein var vunnin í 2017, og hinar báðar taptar í 2015 og 2021.

2008: 4. Pláss (Jóhan Nielsen)

2009: 4. Pláss (Pauli Poulsen)

2010: 3. Pláss (Pauli Poulsen)

2011: 4. Pláss (Pauli Poulsen)

2012: 7. Pláss (Kári Reynheim)

2013: 4. Pláss (Heðin Askham/Ábraham Løkin)

2014: 4. Pláss (Trygvi Mortensen)

2015: 2. Pláss (Trygvi Mortensen)

2016: 3. Pláss (Anders Gerber)

2017: 4. Pláss (Anders Gerber)

2018: 4. Pláss (Sámal Erik Hentze)

2019: 3. Pláss (Guðjón Tórðarson)

2020: 2. Pláss (Jens Martin Knudsen/Poul Helgi Jacobsen/ Glenn Ståhl/ Allan K. Jepsen)

2021: 4. Pláss (Bill McLeod Jacobsen/ André Olsen/ Allan K. Jepsen)

2022: 9. Pláss (Sámal Erik Hentze/ Poul Helgi Jacobsen/ Todi Jónsson)

Talentfrabrikkin steðga upp?

NSÍ hevur altíð verið eitt felag, sum hevur verið kent fyri at hava framleitt hópin av evnaríkum ungum leikarum heilt frá seinast í 90´inum og øll 00´ini og nakað inn í 10´ini. Hópin av NSÍ ungdómim hava umboða okkara ungdómslandslið heilt frá U15 til U21. Og eisini á sjálvum A-landsliðinum. Nevnast kunnu leikarar sum Christian Høgni Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Árni Fredriksberg og Petur Knudsen. Eisini aðrir kunnu nevnast sum Jann Julinan Benjaminsen, Kristian Joensen, Stefan Løkin, Karl Løkin, Øssur Dalbú, Michal Przybylski og Andri Benjaminsen.

Men onkursvegna sær tað út sum, at tann framleiðslan er steðga upp seinastu árini.

Ov nógv útskifting av høvðusvenjarum  

Eitt sum hevur eyðkent felagið teir seinastu árini, er tann stóra útskiftingin av høvðusvenjarum. Ein manglandi stablitetur, sum ikki hevur havt jaligar fylgir á felagið.

Felagið hevur havt fleiri kompetentar evnaríkar venjarir á bonkinum síðstu árini. T.d. kunnu nevnast Anders Gerber sum vann steypakappingini í 2017 og svian Glenn Ståhl, og Allan K. Jepsen. Men felags fyri teir allar er, at teir ikki hava siti serliga leingi í starvinum av ymsum orsøkum.

Og tann nokk mest løgna og merkisverda setanin var so í ár av føroysku legenduni Todi Jónsson, sum var settur sum høvðusvenjari (les málmansvenjarii) við ongum venjarapappírum.

Hann fekk eina trupla byrjan við vánaligum fortreytum og ivasomu úrslitum, men leiðslan valdi ikki at siga hann upp, men tá hann so byrjaði at fáa stig á konto´ina og hevði vunnið dystin móti júst B68 á Svangaskarði í mai mánaða bleiv hann uppsagdur. (Hann vann eisini dystin móti Skála dystin beint áðrenn B68 dystin).

Um hugt verður inn í sjálvt maskinrúmið, so kann tað undra tey sum standa uttanfyri, hví so nógv útskifting hevur verið av venjarum.

Annað sum undrar mong er, hví ein venjari sum Sámal Erik Hentze aftur bleiv settur sum høvðusvenjari ár, tá hann “ikki passaði” til felagið og spælistílin (DNA´ið) hjá NSÍ fyrstu ferð hann var har í 2018.

Manglandi kvalitetur

Um hugt verður eftir dagsins liðið, so sæst skjótt, at stóru sterku og mælsku persónligheitinar og leiðarirnir mangla í dag. Eisini er kvaliteturin ikki á sama høga støði, sum áður tá NSÍ var í hæddini og var undangongufelag at framleiða høga góðsku av leikarum.

Útlendsku leikarirnir sum NSÍ hava keypt inn seinastu árini hava heldur ikki sligið til. Dýrir dreingir úr Superligaen og aðrastaðni frá, hava kosta felaganum nógvan pening, men givið lítið ella einki aftur til felagið. Eisini innkeypini, sum blivu gjørd í summar, livdu ikki upp til tað tey vóru keypt inn til.

Ein nýggj byrjan

Nú skal nokk ein djúp sjálvrannsakan til frá topp til botn gerast í felaganum. Tann rannsakanin er nokk longu byrja.

Sum orðatakið sigur: “Einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt“. KÍ flutti niður í 2009, nakað sum var heilt óveruligt tá tað hendi, men er komið brakandi aftur seinastu árini, og veruliga sett seg á føroyskan fótbólt.

So spennadi verður at fylgja við komandi tíðina, hvat fer at henda í NSÍ og runt felagið.