Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.11.2023 23:11

HVAR FÓR HJÁLPIN?

Mynd: Eyðstein Zachariasen

Lesarabræv/ Eyðstein Zachariasen

Lovaðu tey eisini at gera tín gerandisdag lættari?

Tey skuldu hjálpa teimum lág og miðalløntu, tey skuldu stytta arbeiðsviku, tey skuldu geva lønarlyft, tey skuldu steðga samstarvinum við Russland, tey skuldu loysa gerandisdagin, tey skuldu hjálpa teimum, ið tørvaðu hjálpina mest. Ja nógv vóru lyftini.

Síðani sitandi samgonga tók við eru uppskot um avgjøld í langar banar løgd oman á vanliga arbeiðaran og føroyska vinnulívið. Longu nú hava nógv tímalønt fólk mist arbeiðið orsaka av førda politikkinum. Oljugjaldið verður hækkað munandi, streymprísurin fer upp, ókeypis sálarhjálp til ung steðgar, gjaldið fyri heilivág verður tað dupulta, verkfallsrætturin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er brotin, vinnulívið verður dýkt undir í avgjøldum, óvissa er um Russlandssáttmálan, og gerandisvørur verða bara dýrari og dýrari.

Alt hetta hendir í einari tíð, har fleiri og fleiri hava torført við at fáa endarnar at hanga saman. Hetta vendir totalt skeivt móti føroyska borgaranum, sum fer til arbeiðis hvønn dag fyri at forsyrgja sær og sínari familju. Hvørki vinnulív, ung, pensjónistar, familjur ella tímalønta arbeiðsfólkið hava ráð til hendan førda politikkin.

Einasta vónin sær út til at vera, at hendan samgongan gevur skarvin yvir og skrivar út nýval, áðrenn tey gera enn størri skaða.