Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2025 10:24

Hvaðan kom býurin?

Mynd: Eysturoyarportalurin

Røða hildin í sambandi við at Borg lat upp í nýggjum hølum á Glyvrum 31. mai.

Elduvíksgentan Trina í Liðanum var arbeiðsgenta hjá ommu mínari á Langanesi fyri á leið hundrað árum síðan. Hon var somikið drúgv í tænstuni, at hon alt lívið var sum húsfólk hjá okkum øllum í fjølskylduni, hóast hon giftist til Miðvágs og búði har vesturi stóran part av lívinum. Hon var gumma pápa mín, føddur í 1930, og hevði hann við sær norður til Elduvíkar undir krígnum, táið týskurin av øllum alvi royndi at raka krígsmál á fjørðinum við bumbum og skotríðum úr maskinbyrsumúlum. 

Eitt hanagleiv higani, í fjøruni innanfyri, stendur handilin hjá hinum sálaða Hans Peturi í Heimistovu. Hann er áleið 105-106 ára gamal. Trina segði frá, at hon plagdi at fara í handilsørindum av Langanesi út til Hans Petur at keypa við leypi á bakinum. Ta einu ferðina, leypurin var rokaður, snávaði hon á trappusteininum og fór bóltandi fram eftir rommum, og eftir tað líktust kringumstøðurnar oyðing Jerusalems og sjálv hvarv hon í mjøltokuni, hetta var tíðin, táið keypt varð í leysari vekt. Hon man hava hugsað sum Sverker: ”Her er tabt, og her er vundet, her sørges på begge sider.”

Mesta dýrdarvirðið í lívinum er nú einaferð ikki tað, at vit ongantíð detta, heldur eru tað evnini at koma á føtur aftur, eftir at vit eru dottin. Tað helt í hvussu er hin gitni Nelson Mandela.

Omanfyri okkum, her í bygdini, fóru glyvramenn fyri 135 árum síðan undir at byggja skúla, – hann stóð liðugur í 1891. Í fimtiárunum í hinari øldini var aftur farið undir at byggja skúla, undir liðini á honum sum nú er býráðssalur. Støddarmunurin er í báðum førum eyðsýndur. Handilin hjá Hans Peturi rúmast tíggjutals ferðir í nýggja timburhandlinum hjá Borg og sama er lutfallið og lagið við skúlunum báðum.

Hesi bæði dømini eru bara tvey av mongum, sum boða frá einum kvantulopi í svæði okkara seinastu hundrað, ja, stórthundrað árini. Tíðin er ikki til søguligar greiningar, men vit kunnu staðfesta, at fjørðurin gjørdist lokkandi fyri dynamisk fólk úr ymsum heraðshornum landsins. Langt var ímillum húsini, fyri tað nógva stóðu tey miðskeiðis í einum kúfóðri, ella báðum tveimum, men skjótt kvinkaði vakstrarvegin og tríggjar bygdir vuksu sum fráleið saman í ein bý. Fleiri hava sagt mær, at kendi býarplanurin, sum Niels Pauli í Heimistovu mundi bera kannuna av – hann stendur nú í einum sýnisstalli úti í ganginum á Kommunuskrivstovuni – gjørdist ein rættiligur kveikjari í menningini. Kendist sum ein staðbundin fráboðan um, at teir, sum tá ráddu fyri kommunalinum, høvdu eina veruliga ætlan fyri framtíðina.

Alskyns virksemi fór at reiðrast fram við fjøruni, – bryggjur og havnaløg tóku skap. Framleiðsluvirkir stungu seg upp, og skipa- og útróðrarflotin vaks í stødd og mæti og við hesum komu krambúðir og tænastuvinnur á øllum mótum. Kvinnufelagið fór undir at ansa børnum og harvið tvífaldaðist arbeiðsmegin. Kennarar potaðu neyðuga vitan inn í kvæmar heilar. Konturarnir av einum vælferðarsamfelag komu undan í havsbrúnni. Samfelagið vaks úr fjøruni niðan undir Hæddina.

Tað er mangt sum skal ganga upp, um eitt samfelag skal standa í støðugari menning. Tey, sum fjórða hvørt ár fáa álit og heimildir frá fólkinum, mega ikki hveppast við at taða fyri framtíðini og brúka neyðugu orkuna til at flyta okkum fram á leið, og ikki minst ræður tað um at hava eina kós, tí sum kunnugt fáa vit ikki undanvind á nakrari ætt um vit støðugt tøva og mala á kúluni. Ein virkin arbeiðarafjøld er eisini alfa og omega. Kvintessensurin.

Tað var týski búskapar- og samfelagsfrøðingurin Max Weber sum skrivaði stórverkið ”Die protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus”, og onkursvegna hóska tesur hansara væl til protestantiska arbeiðsmoralin um okkara leiðir. Umframt hetta eru áneyðir so sanniliga eisini á vinnuligum strugglarum, sum eru førir fyri at ganga á odda, skipa fyri og at leiða virksemi. Bína teir í meira lagi í fúnaðar grannskoðaðar roknskapir, excelørk og møguligar vandar á leiðini fram, er stórur vandi fyri at vón og áræði køvast. Ella sum Viderø prestur tók til í eini ólavsøkuprædiku í fimtiárunum, táið hann hevði alla klerkastættina fyri sær undir prædikustólinum: “Ja, nógv ræður um tykkum stavnabúgvar, um henda siglingsferð skal eydnast ella ikki – tað ræður um at standa støðugt á varðhaldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kavaroksódnirnar, allar vegir, har vandar liggja á loynum – einans hugsa um at finna veg og ryðja rás og ikki unna sær matnáðir ella blund í eyguni – ein rættur stavnabúgvi skríður í skræðuni – “thi nidkærhed for dit hus har fortæret ham” – hann hevur sum fyrimynd Móses, ið valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs enn at hava eina stutta syndanjóting í Egyptalandi, og hann ber glaður sjálvur hin størsta saknin.”

Í menningartíðini í fimmtiárunum fóru teir, sum áttu D.P. Højgaard´s Eftf., umframt so mangt annað virksemi, undir at selja timbur og annað sum hekk uppi við hesum. Fyri tjúgu árum síðan keypti Rodmundur saman við øðrum Timburhandilin, og síðan hin 1. august í 2011 hevur hann verið einsamallur eigari. Ekspansiónin hevur verið øgilig, og handilin tók eisini dik á seg í Klaksvík og í høvuðsborgini Tórshavn. Stjórin sat ikki á hondunum – unti sær hvørki matnáðir ella blund í eyguni – og við tíðini varð tað greitt, at høvuðssætið í Runavík var vorðið ov tepurt og víðkanarmøguleikin var at kalla ongin. Bráðræsni glyvramaðurin var farin at leita eftir øðrum víðlendi, og ongin ivi var um, at hann fyrst av øllum ynskti at vera verandi í økinum. 

Nú var tað soleiðis, at Runavíkar kommuna fyri skjótt fimm árum síðan – hin 26. juni í 2020 – keypti 3 hundrað túsund rúmmetrar av gróti úr Sandoyartunlinum. Frá Tunnilsfelagnum. Í fyrstuni lá rúgvan sum ein trivalig sáta á markinum millum Heiðarnar og Glyvrar. Upplandið, ið spurdist burturúr, var ætlað til vinnuligt virksemi. Í drúgvum samskifti millum Borg og kommununa, við óteljandi millumrokningum, har ið ráðgevar, arkitektar og verkfrøðingar hava gjørt sítt ítasta, komu vit ásamt um, við býráðsins vælsignilsi, at Borg fekk møguleikan at byggja ein nýggjan virkisbygning á hesa nýggju fløtuna – flotnað upp úr djúpu námunum undir Skopunarfirði. At vit við nýggja Fjøruvegnum eisini fingu klovið ferðsluna gjøgnum býin er ein onnur sjálvstøðug støða í søguni.

Har ið initiativ trívist – stendur onki 1:1. Ongin avgerð stendur einsamøll. Multiplikatoreffektin er ikki ókend. Skjótt kom eitt annað átak burturúr, táið Niels Mortensen vísti nú fyrrverandi økinum hjá Borg áhuga. Alt fyri eitt verður nú farið undir at umvæla og broyta tann bygningin til ein nýggjan handilsmiðdepil í økinum, sum er ætlað at verða miðbýurin í kommununi. Og sum sæst í skránni fyri býráðsfundin um tveir sólarringar, kom eisini tað burturúr hesum øllum, at tað nú røkist fyri, at eitt felag kann fara undir at byggja 45 størri og smærri íbúðir í miðbýarøkinum, soleiðis sum ætlað varð í samtyktu og kendu miðbýarætlanini.

Ein strofa í sanginum um New York hjá Frank Sinatra ljóðar soleiðis: ”The City That Never Sleeps”. Ongin samanbering kann gerast millum hendan heimsgitna metropolin og Runavíkar kommunu, men neyðugt er at hava sær tað sum mál ongantíð at sita á hondunum, soleiðis, at møguleikar, ið stinga seg upp, gleppa okkum av hondum.

Stjórin fyri Borg er ikki føddur við einari gullskeið í munninum, hann er tað sum amerikumenn rópa “A self-made man”. Og krambúðin Borg er honum ikki nógmikið, hann er íðin á fleiri mótum, ikki minst sum íbirtari í sosialum átøkum, og lunnadragari hevur hann eisini verið kring um í kommununi, m.a. táið tað snýr seg um at fáa søguligar standmyndir upp at standa, og at fáa hin meiri enn hundrað ára gamla Grinkil í so góðan stand sum til ber. Harumframt hevur hann verið løgtingsmaður og borgarstjóri, og nú er hann eisini kongsbóndi saman við Janusi.

Tú fremur kortini ikki eitt lívsverk einsamallur. Líkamikið um tað er kvinna ella kallur sum gongur á odda, so er ein tolin, treiskur, vitugur og hugaður maki alt avgerandi figururin í talvinum. Tann leiklutin hevur Eyð spælt til UG. Eg kenni ikki lívskontraktina teirra millum, kann ætla at hon fyrst og fremst byggir á frælsa tankan báðar vegir, tilvitaðar forðingar verða ikki settar fyri hvørjum øðrum, tað gevur hetta stórverkið, sum vit hátíðarhalda í dag, greið boð um. Fjølskyldan hevur heldur ikki sett hælarnar í svørðin fyri virkna lokomotivinum, – tvørturímóti akslar hon síni skinn við stjóran.

Tað var amerikumaðurin Theodore Roosevelt, forseti í samveldisríkinum í tíðarskeiðnum 1901-1909, sum einaferð segði: ”I have always been fond of the West African proverb: ”Speak softly and carry a big stick; you will go far.””

”Tosar tú blídliga við einum lurki hangandi niður við mjadnunum – kanst tú koma langt.” Um tey, sum starvast hjá Borg, hugsa soleiðis um stjóran, veit eg av góðum grundum ikki, men eg kann ætla, at tey hesar seinastu sólarringarnar onkuntíð hava kent tað, sum strevaðust tey i eini sibiriskari arbeiðslegu. Men nú makar hann vindin, sjógvarnir leggja seg aftur, og gerandisdagurin verður aftur ein vanligur arbeiðsdagur.

Við hesum fátæku orðum fari eg vegna Runavíkar kommunu – og meg sjálvan – at ynskja Borg, og tykkum sum varða av felagnum, hjartaliga til lukku við stórverkinum, ið stendur sum eitt prýði fyri øll tykkum, sum hava verið ein partur av verkætlanini.

Hvaðan kom býurin? 

Hann varð lyftur upp av lógvum og heilum, sum ynsktu at skipa sína egnu framtíð við egnari megi og virknum mátti.

Takk fyri høvi.

Tórbjørn Jacobsen