Arbeiði at breiðka Hulkavegin er nú byrja, skrivar Sjóvar kommuna.
Vegurin oman á Hulk á Strondum er smalur, og er ikki tíðarhóskandi til nógvu tungu ferðsluna.
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu samtykti í vár at breiðka Hulkavegin, so at vegurin verður meira tíðarhóskandi.
Tað eru R Transport og HV Grevstur sum gera arbeiðið.
Av trygdaráðum kann væntast, at vegurin verður stongdur av og á meðan arbeitt verður. Lýst verður tá stongt verður. Ferðandi verða biðin um at vísa varsemi.