Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2023 10:42

Hugnaløta

Krabbameinsfelagið

Krabbameinsfelagið bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum, til hugnaløtu mánakvøldið 30. oktober kl. 18.30. Hugnaløtan verður hildin á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kom til hugnaligt prát og samveru og fá ein góðan drekkamunn, saman við kvinnunum í undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Boða frá luttøku á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956, ein teldupost á kmf@krabbamein.fo ella boða frá á sosialu miðlunum hjá Krabbameinsfelagnum.