Mynd: Skótahúsið við Løkin
Hvussu hava lýsingar hjá føroyskum handlum lýst tíðarandan gjøgnum 20. øld og hvørji krøv setur tað sokallaða Z-ættarliðið arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsgevarum og arbeiðsumhvørvinum?
Hetta fara Eiler Fagreklett, marknaðarstjóri í Tusass í Grønlandi og Durita Fagradal Augustinussen, sum er lesandi á Fróðskaparsetrinum og í praksislæru í Vinnuhúsinum, at hugleiða um á hugnakvøldi fyri limir í Handilsvinnufelagnum mikukvøldið tann 23. november, kl. 19-21, í Skótahúsinum við Løkin.
Eiler fer at hugleiða um, hvussu lýsingar lýsa tíðarandan. Umvegis ymiskar lýsingar í 20. øld, fer hann at vísa á, hvussu samfelagið og kundarnir broytast við tíðini – og hvussu marknaðarføring altíð fylgir kundanum og tí ofta lýsir væl sína samtíð.
Durita fer at greiða frá síni verkætlan, har hon kannar, hvørji ynski og krøv Z-ættarliðið setur arbeiðsmarknaðinum, arbreiðsgevarum og arbeiðsumhvørvinum. Tað sokallaða Z-ættarliðið, eru tey, sum eru fødd í tíðarskeiðinum frá 1995 til 2010.
Tiltakið er ókeypis fyri limir í Handilsvinnufelagnum, og tað ber sjálvandi til at tekna seg sum lim í Handilsvinnufelagnum á tiltakinum, um fyritøkan ikki er limur Í Handilsvinnufelagnum frammanundan.
Tey, sum ætla sær til tiltakið, verða vinarligast biðin um at boða Vinnuhúsinum frá luttøka í seinasta lagi mánadagin 21. november á middegi.
Deil á Facebook