Mynd: Eysturoyarportalurin
Tað bleiv ljótt. Sera ljótt, um tú heldur við ÍF. Rætt og slætti húðflongdir. Eitt tap á heili 1-7 á heimavølli. Men tað sum ger ilt verri er, at tað var móti grannunum úr Víkingi – teimun næstbestu úr Víkingi!
Grannauppgerðin millum ÍF og Víking gjørdist ikki tann uppgerð sum fólk vónaðu. Har var ongantíð spenningur í. Har var munurin alt ov stórur.
Eftir dagsins dyst, stendur ÍF enn á 49 stigum á 2. plássi, meðan Víkingur nú hevur 40 stig á 3. plássi.
Deil á Facebook