Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2023 11:07

Hoyr nýggja lagið hjá systrunum Eivør & Elinborg Pálsdóttir

Mynd: Skíggjamynd

Hoyr nýggja frálíka lagið “Tað er OK” hjá systrunum Eivør og Elinborg Pálsdóttir, sum var fyrstu ferð at hoyra til innsavningina hjá Beranum síðsta leygarkvøld.

Ein sangur sum tær hava skriva saman, júst til høvi hjá Beranum, sum er ein felagsskapur sum hjálpir børnum og vaksnum, sum hava mist ein kæran.

Sjálv sigur Eivør um sangin, at hann hevur íblástur frá, tá tær báðar mistu pápa sín alt ov tíðliga.

Sí sjónbandalagið her: