Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2023 14:23

Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina hevur fingið nýggjan næstformann 

Mynd: Trúboðin

Kelda: Trúboðin

Kirkjuliga Heimamissiónin er ein leikfólkarørsla innan føroysku Fólkakirkjuna. Í Heimamissiónini kunnu øll – líkamikið útbúgving – møtast og luta lív og trúgv hvør við annan. Formaðurin í høvuðsstýrinum hevur ofta verið prestur og flestu starvsfólkini leikfólk. Eisini í høvuðsstýrinum eru fleiri leikfólk. 

Hvør einstakur hevur sín leiklut í samstarvinum millum Heimamissiónina og Fólkakirkjuna, og í rørsluni er eisini umráðandi at meta um javnvágina, hvussu rørslan er skipað, soleiðis at tað týðiliga endurspeglað, at rørslan er ein leikfólkarørsla, men at tað samstundis er púra greitt, at rørslan stendur mitt í føroysku Fólkakirkjuni. 

Á høvuðsstýrisfundinum í gjárkvøldið vórðu nakrir av hesum tankum vendum, og varð nýggjur næstformaður valdur. Ovi Brim, sóknarprestur, hevur verið næstformaður síðani Mariann Djurhuus Poulsen fór úr høvuðsstýrinum fyrst í 2021. 

Nýggjur næstformaður verður Annelisa Rasmussen, fólkaskúlalærari, av Strondum.   

Ovi Brim heldur fram sum limur í høvuðsstýrinum. 

Høvuðsstýrið takkar Ova Brim fyri stóra arbeiðið hann hevur gjørt sum næstformaður, og fegnast um framvegis at kunna njóta gott av hansara mongu førleikum. Samstundis verður ynskt Annelisu Rasmussen til lukku við valinum við bøn um Guds ríku signing yvir kallið sum næstformaður í høvuðsstýrinum.